dk en fo

Viðareiði

Umleið 350 fólk búleikast á Viðareiði, sum av mongum verður mett at vera millum vakrastu bygdir í Føroyum.

Villingardalsfjall og Enniberg eru av sonnum varðar  í tí stórsligna náttúruumhvørvinum, ið eyðkennir norðastu bygd í Føroyum. 


Ríka fuglalívið í bjørgunum og rundan um bygdina má sigast at vera eitt satt paradís fyri náttúrueygleiðararar og fuglafrøðingar. Møguleikarnir eru nógvir fyri t.d. túrum 
í dølunum og í fjøllunum runt um Viðareiði, har ein veruliga sleppur at uppliva føroysku náttúruna, tá hon er vakrast.


Á Viðareiði er eisini ein lítil, hugnaligur handil og tveir smærri fótbóltsvallir úr graslíki.



Hjartaliga vælkomin til Viðareiðis og Hotel Norð.